Ansing í viku 18 og 19

25. apr 2020

Øll foreldur ið sendu tilmeldingarskjal inn til okkara, hava nú fingið svar umvegis teldupost.

Tað komu fleiri enn 50% av tilmeldingum inn fyri báðar vikurnar. Hettar førir við sær at vit tíðan verri ikki fáa gingið øllum tilmeldingum á møti, fyri tey ið ynsktu ansing fyri báðar vikurnar.

Fyri tey foreldur, hvørs barn verður ansað komandi tvær vikurnar, eru hesi atlit at taka:

  • Um so er at tørvurin á tykkara ansingartíðum broytist, vinaliga boða frá sum skjótast, so vit fáa tillaga arbeiðstíðir hjá starvsfólkum, um neyðugt.
  • Skuldi tað hent seg at ansingar tørvurin broytist soleiðis, at tit velja at hava barnið heima onkran dag, har tað annars er tilmeldað ansing, vinaliga boða frá sum skjótast, so vit fáa bjóða øðrum børnum plássi, teir dagar ið talan er um.

 

Vinaliga

Árnmar Mellemgaard, leiðari