Kunning um dagstovnaøkið í Tórshavnar kommunu komandi tíðina

01. mai 2020

Løgmaður boðaði í gjár frá, at ferð aftur skal setast á samfelagið. Flestu øll skulu nú aftur til arbeiðis frá mánadegnum 4. mai at rokna. Eisini fara fleiri skúlanæmingar aftur í skúla, og í mesta lagi 50 fólk kunnu verða savnað saman. Frástøðan uppá tveir metrar verður varðveitt.

Viðvíkjandi dagstovnaøkinum varð fráboðað, at kommunurnar saman við Koronaráðgevingini eru farnar undir at skipa virksemið soleiðis, at øll børn kunnu koma aftur á stovn so skjótt sum møguligt.

Vegna allar kommunurnar fer Kommunufelagið saman við Koronaráðgevingini fyrst í næstu viku at viðgera dagførdar vegleiðingar soleiðis, at øll børn kunnu koma aftur á stovn undir skipaðum viðurskiftum og so skjótt sum møguligt. Nýggj vegleiðing verður sostatt væntandi tøk í næstu viku, og tí eru verandi vegleiðingar enn galdandi og óbroyttar.

Virksemið á stovnunum í Tórshavnar kommunu í næstu viku verður so sum tað longu er fyrireikað og fráboðað.

Frá mánadegnum 4. mai kunnu sum nú kunnugt savnast í mesta lagi 50 fólk. Viðvíkjandi dagstovnavirkseminum, so verður mælt til framhaldandi at skipa virksemið í smærri bólkum, og at bólkarnir í tann mun tað er møguligt eru fyri seg sjálvan ígjøgnum dagin. Eisini verður mælt til, at børnini í so stóran mun tað er møguligt eru uttandura, so at tey ikki øll eru á stovuni samstundis.

Dagstovnarnir skipa sítt virksemi so væl sum gjørligt innan teir karmar, sum dagstovnurin hevur. Tað eru bæði viðv. hølum og starvsfólkum.

Komandi tíðin verður so ein tilgongd, har alsamt fleiri børn kunnu koma á stovn. Um fyrispurningar eru frá foreldrum, ið ikki hava tilmeldað sítt barn til komandi viku, so er tað einstaki stovnsleiðarin, ið tekur støðu til fyrispurningarnar um pláss á stovninum.  

Tá nýggju vegleiðingarnar eru tøkar væntandi í næstu viku, verður støða tikin til, hvussu tilgongdin at fáa øll børn aftur á stovn undir skipaðum viðurskiftum verður skipað. Kunnað verður nærri um tað skjótast møguligt.

 

Vegna Tórshavnar kommunu,

Árnmar Mellemgaard, leiðari