Vit opna aftur 11. Mai, uttan tilmelding

07. mai 2020

Tórshavnar kommuna hevur í skrivandi løtu avgjørt, at dagstovnar hava opið sum “vanligt” frá mánadegnum 11. Mai, uttan tilmelding. Tá vit skriva “vanligt” í gásareygum, merkir hettar at vit enn halda okkum til galdandi tilmælir, so sum at spritta hendur saman við barninum um morgunin, at vit avlevera í gongini, og at børnini framvegis hava egnan matpakka og millummála við. Hesi, og onnur tilmæli, finna tit annars longri niðri á okkara heimasíðu.

Koronaráðgevingin kemur møguliga við nýggjum / dagførdum tilmælum um vikuskifti ella í komandi viku. Tá / um hettar fyriliggur, verður hettar eisini kunnað á okkara heimasíðu.

Vit gleða okkum at síggja børnini aftur!

 

Vegna Tórshavnar kommunu og Býlingshúsið á Ternuryggi,

Árnmar Mellemgaard, leiðari