Dagførd tilmælir frá koronaráðgevingini

14. mai 2020

Dagførd tilmælir í samband við korona, eru komin út á dagstovnar í Føroyum. Onkrar broytingar eru:

  • Hald frástøðu á 1 metur. Tilmælini siga at bert eitt foreldur og barn kunnu vera í durinum. Tí kann møgulig bíðitíð vantast, um fleiri avlevera samstundis.
  • Fyri øll foreldur er galdandi at tú brúkar inngongdina til tað stovu, har barn títt gongur. Foreldur sleppa nú at nýta allan durin. Starvsfólk tekur ímóti barninum, og foreldur siga síðan farvæl.
  • Foreldur og barn spritta ella vaska væl hendurnar saman, sum tað fyrsta tá tit møta á stovninum. Hondsprittið stendur í durinum. Tosa við barnið um týdningin av hesum.
  • Bert eitt foreldur avleverar og heintar barnið. Sama foreldur skal í mest møguligan mun avlevera og heinta.
  • Syrg fyri, at barnið hevur rein og eyka skiftiklæði í klædnaklivanum. Havi heit klæðir og regnklæðir við. Onki óneyðugt skal liggja í klædnaklivanum.
  • Børn mugu ikki hava leikur við heimanífrá.
  • Foreldur syrgja fyri at barnið hevur matpakka og millummála við á stovn. Barnið skal kunna eta beint úr matpakkanum. Stovnurin útvegar eingangs gaflar, knívar og koppar.
  • Hugsa eyka nógv um reinføri hjá barninum. Um tit hava møguleika, skifti so klæðini hjá barninum hvønn dag.
  • Greið barni tínum um frástøðu og týdningin av tí.
  • Práta við barn títt, um hvussu tað á bestan hátt fær vart seg ímóti smittu.
  • Práta við barn títt, um at tíðin á stovni er øðrvísi, tí hædd skal takast fyri smittuni. Øll mugu ansa eftir hvørjum øðrum.
  • Greið barni tínum frá, at virksemi í størstan mun verður uttandura.
  • Greið barni tínum frá, at barni bert verður á tí stovu har tað hevur tilknýti, og at tað kemur bert at umgangast og spæla við børn á somu stovu. Eisini kemur barnið einans at umgangast tey starvsfólk ið arbeiða á stovuni.
  • Nýggju tilmælini leggja upp til at børnini helst skulu spæla við tey somu børnini, sum tey eru á stovu saman við, tá tey hava frí.
  • Um barn títt hevur sjúkueyðkenni, skal tað ikki á stovn. Set teg í samband við kommunulæknan, sum síðan ger av, um kannast skal fyri korona. Barnið kann koma aftur á stovn, 48 tímar aftaná seinasta sjúkueyðkenni.
  • Um tú ert sjúk/ur ella onnur í húskinum eru, skal barn títt ikki á stovn.
  • Um tú verður uppringd/ur, um at barn títt er sjúkt, skal tað heintast beinanvegin.
  • Er barnið partur av húsarhaldi, har ein persónur hevur fingið staðfest koronavirus, skal viðkomandi eftir galdandi mannagongd í sóttarhald og kann tí ikki koma á stovn. Tá viðkomandi er loystur úr sóttarhaldi, kann hann koma aftur á stovnin.
  • Hugsa um kensluligu støðuna hjá barni tínum. Spyr inntil.
  • Av tí at tíðirnar eru øðrvísi í løtuni, so verða foreldur biðin um at seta seg í samband við starvsfólk ella leiðara, um tit ynskja prát um barnið. Samrøður verða ikki hildnar sum vanligt í hesum tíðum.
  • Vit eru øll í somu støðu í hesum tíðum, og tí vóna vit at foreldur skilja okkum, tá vit ikki hava svar uppá allar spurningar. Vit stremba eftir at vera tøk tá tit hava tørv á okkum, og svara eftir besta førimuni teimum spurningum sum tit ivast í.
  • Ein fittur barnafilmur um korona, er at finna á www.corona.fo

 

Vinaliga

Árnmar Mellemgaard, leiðari