Jólini nærkast í hvørjum...

17. nov 2020

Nú jólini nærkast, eru vit so smátt farin at fyrireika okkum uppá hesa hugnaligu og síðstu tíð av árinum.

Eins og undanfarin ár, fara vit at hugna um á stovninum. Saman við børnunum fara vit at klippa og klistra, tendra jólatónleik, eta jólamat, syngja, fortelja jólasøgur og so mangt annað.

Tað sum verður annarleiðis í ár, er sjálvandi at vit skulu halda tilmælir í samband við korona. Hettar ber við sær, at vit ikki koma at hava tiltøk inni á stovninum fyri foreldrum, systkjum, ommum og abbum, ið annars er siðvenja á stovninum. Ístaðin fara vit at skipa soleiðis fyri, at tá ein góðveðursdagur verður í onkrum av teimum komandi vikunum, so verða foreldur og systkin bjóða til eina hugnaløtu úti í garðinum.