Jólakunning

14. des 2020

Nú eru bert fáir dagar eftir til jólaaftan. Tí fara vit at kunna tykkum um fylgjandi:

  • Jólagudstænasta verður mikudagin 16. desember, kl. 10.00, í Hoyvíkar kirkju. Bussur koyrir okkum fram og aftur.
  • Jólaveitsla fyri børnum verður á stovninum 17. desember, har vit fara at eta vælsmakkandi jólamat. Vit hava verið í samband við jólamannin, og vóna at hann leggur leiðina framvið, við jólapakkum.
  • Til síðst fara vit at heita á tykkum um at boða okkum frá, um so er at barn tykkara heldur frí ein av komandi døgunum fram til jólar. Hettar ger at vit fáa lagt ætlanir eftir tí barnatalið sum er hesa vikuna, og næstu viku.

Gleðilig jól verður ynskt tykkum øllum - og vit fara øll at takka fyri brátt farna ár.