Dagstovnagjøld dagførd

07. jan 2021

Vøggustovupláss 0-2 ár          3.152 kr. um mánaðin

Barnagarðspláss 3-5 ár           1.933 kr. um mánaðin  

 

Tú rindar dagstovnagjald ellivu mánaðir um árið, tá tú hevur eitt barn í dagstovni. Í juli mánaða er einki gjald.

Gjaldsupphæddirnar fyri dagstovnapláss verða tillagaðar hvørt fíggjarár.

Hevur tú fleiri børn á stovni, rindar tú bara fyri tað yngsta barnið. Sostatt rindar einki foreldur meira enn tað, sum eitt vøggustovupláss kostar.

Foreldur við inntøkum undir einum ávísum marki kunnu søkja kommununa um eitt ískoyti til at fíggja dagstovnaplássið. Ískoytið verður rópt fyri fíggjarligt frípláss.