Hildur gevst á BáT, fríggjadagin 29.01.21

21. jan 2021

Góðu foreldur.

 Vit skulu boða tykkum frá at Hildur hevur síðsta arbeiðsdag á BáT, fríggjadagin 29. januar, 2021.

Hildur hevur starvast á BáT í nógv ár. Ja, í so nógv ár, at Hildur hevur verið ein mentunarberi.

Mentunarberi er ein ið kennir andan á stovninum. Mentunarberin kennir til okkara siðvenjur, mannagongdir, foreldur, børn, arbeiðslag... Stutt sagt er ein mentunarberi eitt álit millum børn og vaksin.

Vit fara at sakna Hildur sum ein mentunarbera, sum starvsfelagan við tíð blíða lyndinum, við hugflognum, við næstakærleikanum, við skemtinum, við áræðinum.

Við hesum fáu orðum fara vit at takka Hildur fyri trúgva og drúgva tænastu á okkara stovni. Samstundis sum vit fara at sakna teg, so fara vit eisini at ynskja tær og familju tínari blíðan byr í framtíðini.

 

Vinaliga

Starvsfelagar og børn