Vit fáa vitjan av dygdarmennara

25. jan 2021

Í hesi viku fáa vit vitjan av dygdarmennara frá Barna- og ungdómsdeildini í Tórshavnar Kommunu. Dygdarmennarin fer at eygleiða okkara virksemi, og fer tí at vitja runt inni á stovunum.

Barna- og ungdómsdeildin er farin undir eitt átak, har arbeitt verður skipað við námsfrøðiligu dygdini á hvørjum einstøkum dagstovni og frítíðarskúla. Hetta er bæði í mun til umstøður til námsfrøðiliga virksemið og í mun til innihaldið í námsfrøðiliga arbeiðinum. Dygdarmennarin kemur árliga út til øll dagstovnavirksemini í kommununi, og ger eygleiðingar av námsfrøðiliga innihaldinum og umstøðum, ið virksemið fer fram í. Út frá hesum samskiftir dygdarmennarin við dagstovnaleiðaran og starvsfólkini á staðnum um eygleiðingarnar. 

Uttanveltaða eygleiðingin og niðurstøðan verður eitt innanhýsis arbeiðsamboð hjá dagstovninum at arbeiða víðari við. Tað gerst sostatt ein dagligur partur av námsfrøðiliga arbeiðinum. Somuleiðis kunnu samlaðu niðurstøðurnar frá stovnunum geva umsitingini á Barna- og ungdómsdeildini ítøkiliga vitan um, hvørji tiltøk kunnu verða neyðug at arbeiða við á dagstovnaøkinum.

Dygdarmennarin byggir eygleiðingarnar á eina samlaða mynd av dagstovnavirkseminum og ikki á einstøk børn ella starvsfólk. Sjónarhornið er sostatt samlaða námsfrøðiliga virksemið, ið verður útint á dagstovninum. Dygdarmenningin tekur støði í amboðnum, KIDS - Kvalitetsudvikling i daginstitutioner – sum barnagranskararnir, Charlotte Ringsmose og Grethe Kragh Müller hava gjørt.
Foreldur eru ikki ein partur arbeiðsøkinum hjá dygdarmennaranum.

Eygleiðingarnar byggja á niðanfyristandandi evni:

  • Relatiónir
  • Spæl og virksemi
  • Fysisku umstøðurnar
  • Fólkaræði, ávirkan og luttøka
  • Sosio- og kensluliga menning
  • Uppmerksemi
  • Samskifti og mál
  • Sjálvsmenning og kroppur
  • Erfaringsdannilsi, kreativ og kritisk hugsan