Starvsfólka kunning

29. jan 2021

Sum kunnugt, so hevur Hildur síðsta arbeiðsdag í dag.

Durita H. Biskopstø er sett í fast starv í Blákolluni. Durita hevur starvast hjá okkum seinastu 5 árini.

Sigrun á Brúgv er sett sum fastur avloysari hjá okkum. Sigrun kemur at arbeiða 20 tímar um vikuna í Sóljuni, fram til summarið. Hartil fer Sigrun at arbeiða sum avloysari á BáT. Sigrun er 20 ára gomul.

Í vikunum 5 og 6, fáa vit Evu og Ásu í starvslæru hjá okkum. Tær sleppa at royna seg í barnagarði og vøggustovu. Eva og Ása ganga í 9. flokki í skúlanum við Løgmannabreyt.