Føstulávintshald mánadagin 15.02.21

11. feb 2021

Mánadagin verður føstulávintshald á BáT.

Tunnan verður sligin klokkan 10.00, og man ikki okkurt verða goymt í tunnunum? Og hvør gerst kattakongur?

Vit fara, saman við børnunum, at gera vælsmakkandi døgurða, ið verður borðreitt sum sjálvtøkuborð. Døgurðan eta vit um klokkan 11.30. Tí skulu børnini ikki hava matpakka við.

Seinnapartin fara vit uppá gólv, har vit sláa ring til Sigmundskvæðið yngra.

Børnini kunnu vera grýluklødd.

 

Vegna korona tilmælir, verður onki foreldrakaffi til føstulávintshaldið.