Bókingarskipanin BARN

22. feb 2021

Góðu foreldur í Tórshavnar kommunu


Í Tórshavnar kommunu eru vit í ferð við at talgilda allar okkara tænastur. Í hesum sambandi skulu vit kunna tykkum um, at bókingarskipanin BARN skiftir innritingarskipan frá MínLykil til Samleikan 15. mars 2021.

Harafturat eru vit farin undir at menna eina app, sum skal gera samskiftið millum foreldur og dagstovn trygt og lætt. Eisini hendan appin krevur innritan við Samleikanum. Tá appin verður tikin í nýtslu um stutta tíð, verða Facebook og onnur daglig samskiftisamboð strikað, soleiðis at alt samskifti gongur fyri seg umvegis appina og boðtalvurnar á stovnunum.

Talgildu Føroyar fáa bara skrásett eitt avmarkað tal av Samleikum í senn, og tískil vilja vit heita á tykkum um at skráseta tykkum Samleikan í góðari tíð áðrenn skiftið 15. mars 2021, soleiðis at tit tryggja tykkum atgongd til bókingarskipanina, samskiftisappina og kommunalu tænasturnar annars.

Foreldur brúka BARN-skipanina, tá tey skulu bóka børnum sínum pláss í vøggustovu, barnagarði og seinni skriva børnini inn í frítíðarskúla, forskúla og skúla.

Tað er ómaksleyst at skráseta Samleikan. Far inn á heimasíðuna hjá Samleikanum og fylg vegleiðingini har: https://www.samleikin.fo/fo/fa-samleikan/fa-samleikan/. Á heimasíðuni hjá kommununi finnur tú eisini nærri kunning.

Hava tit spurningar, kunnu tit altíð ringja til kundarøktina á tel. 1881. Kundarøktin er opin gerandisdagar frá kl. 8 – 16.30.

 

Bestu heilsanir

Tórshavnar kommuna