Nýggj kunning í samband við vaksandi smittutalið viðv. koronu

24. mai 2021

Góðu foreldur.

Tórshavnar kommuna hevur í kvøld sent stovnum í kommununi kunning í samband við vaksandi smittutalið viðv. koronu. Í stuttum er hettar at halda seg til:

  • Stovurnar vera aftur atskildar, vónandi bert hesa vikuna. Kunni tykkara børn um hesa støðu, so tey kenna nýggju støðuna í morgin, tá tey koma á stovn aftur.
  • Garðurin verður opin sum vanligt.
  • Børn skulu hava egnan millummála við hesa vikuna.
  • Vinaliga fylgi koronu tilmælunum saman við barninum, um at vaska hendur ella spritta, frástøðu, og ikki ov nógv inni í durinum samstundis.
  • Vinaliga boða okkum frá um so er at barn tykkara ikki kemur á stovn onkran av døgunum. Hettar gera tit við at ringja á stovuna har barn tykkara gongur, ella við at ringja ella skriva til leiðaran á tlf. 513269.

Vit síggjast í morgin.