Árliga summarlegan

28. mai 2021

Góðu foreldur.

Vit hava í eina tíð lagt summarleguna til rættis. VISSI korona og sáttmálasamráðingar ikki spæla okkum eitt puss, verður legan hildin hósdagin 17. Juni til fríggjadagin 18. Juni. Vit hava garvillar ætlanir fyri leguna, men bíða við skránni til vit eru 100% vís í at legan kann haldast. Vit kunnu tó avdúka at legan verður á okkara deiliga stovni.

So... foreldur at barnagarðsbørnum; seti X í kalendaran fyri 17 og 18 juni, og fylgi samstundis við nærri kunning, ið kemur seinni.