Korona støðan

30. mai 2021

Vegna høga koronu smittutalið, fara vit framvegis at halda stovurnar atskildar. Vit taka støðu frá degi til dags, út frá nýggjastu dagføringunum á korona.fo. Hettar merkir at:

  • Stovurnar verða atskildar
  • Haldi 2 m frástøðu
  • Børn skulu ikki hava leikur við á stovnin
  • Børn skulu hava millummála við
  • Práti við tykkara børn um støðuna
  • Skert virksemi kann koma fyri tá stovurnar eru atskildar. Hettar, tí stovurnar ikki fáa hjálpt innanhýsis, ið annars er vanligt. Hesum kunna vit foreldur um, umvegis sms og facebook
  • Vinaliga fylgi koronu tilmælunum saman við barninum, um at vaska hendur ella spritta, frástøðu, og ikki ov nógv inni í durinum samstundis.
  • Vinaliga boða okkum frá um so er at barn tykkara ikki kemur á stovn onkran av døgunum. Hettar gera tit við at ringja á stovuna har barn tykkara gongur, ella við at ringja ella skriva til leiðaran á tlf. 513269.
  • Ringi á stovurnar ella á kontóri, um tit hava eitthvørt átrokandi

Vit síggjast í morgin.