Myndatøkan verður í morgin

07. jun 2021

Tað er í morgin at Finnur, myndamaður, kemur til okkara at taka myndir av børnunum. Finnur byrjar at taka myndirnar kl. 09.00. Seinasta freist at lata seðilin inn til okkara, er í morgin kl. 09.00. Eisini skal peningurin verða fluttur á konto seinast í kvøld, so Finnur sær gjaldið í morgin. Konto nummar og annað er at finna á tilmeldingarseðlanum sum øll foreldur hava fingið heim við.