Verkfall

11. jun 2021

Góðu foreldur,

Sum kunnugt í tíðindunum kl. 18.00 í Útvarp Føroya, og aftur kl. 19.00 í Degi & Viku, fara allir námsfrøðingar og øll hjálparfólk í verkfall, frá mánamorgni at rokna.

Í hesum sambandi fara vit at geva tykkum møguleikan at koma á stovnin sunnudagin millum kl. 12.00 - 14.00, har tit kunnu tøma klædnaklivan hjá tykkara barni. Árnmar verður á stovninum hesar báðar tímar.

Nýti durin har barn tykkara gongur á stovu.

Vit koma við nýggjari kunning í samband við verkfallið, tá nýtt er at frætta.