Legudagur og føðingardagur

30. jun 2021

Ikki tykkum at siga, so hevur korona og verkfall órógvað virksemið hjá okkum. Hóast hettar, so fara vit at kroysta øll møgulig hald inn í fríggjadagin tann 02.07.21. Vit fara at kalla dagin fyri legudag og føðingardag fyri Býlingshúsinum á Ternuryggi.

Soleiðis fer dagurin at síggja út:

  • Børn skulu hava sínar soviposar við, so vit kunnu halda ein minni legudag (sova tó ikki á stovninum hesaferð).
  • Lekkur morgunmatur verður frá kl. 08.00 - 10.00 fyri børnunum, har vit gera meira burturúr, enn vanligt.
  • Børnini skulu ikki hava matpakka við fríggjadagin, tí vit bjóða døgurða.
  • Vit hava skaffa okkum tvær spennandi hoppiborgir til stóra dagin.
  • Til legudagar hava vit altíð havt bommhandil og banka, og verður hettar eisini at uppliva fríggjadagin.
  • Ein fuglur hevur sungið okkum í oyra at spennandi skattaveiða verður.
  • Foreldur verða boðin til foreldrakaffi frá kl. 15.00 - 16.30, har vit bjóða vælumtóktu jarðberkøkuna, kaffi, the og saft.

Vit gleða okkum at síggja børnini til ein legu -og føðingardag nú fríggjadagin.