Ráðleggingardagur í oktobur

17. sep 2021

Okkara næsti ráðleggingardagur í ár, verður hildin fríggjadagin 29. oktobur. Hendan dagin hava børnini frí.

Svanna Jákupsdóttir, sálarfrøðingur, kemur at halda dagin saman við okkum, har sosialur kapitalur á einum arbeiðsplássi verður tema fyri dagin. Tit eru vælkomin at spyrja leiðaran um hugtakið “sosialur kapitalur á einum arbeiðsplássi”.

Samstundis skulu vit gera vart við at felags foreldrafundur verður hildin í oktobur. Hesum venda vit aftur við seinni.