ForeldraGluggin

21. sep 2021

Sum kunnugt, verður samskiftis appin ForeldraGluggin tikin í nýtslu heilt skjótt. Vit hava í eina tíð testa hesa skipan á okkara stovni, og eru nú til reiðar at nýta skipanina. Tí fara vit at heita á foreldur um at støkka inn á gólvið hjá leiðaranum um morgunin tá tit avlevera børnini, so leiðarin kann vegleiða tykkum í at stovna brúkara og loyniorð til ForeldraGluggan. Hettar tekur uml. 10 min. Tá hettar er gjørt, eru tit klár at móttaka kunning frá okkum, sum í framtíðini verður gjøgnum ForeldraGluggan, og ikki gjøgnum heimasíðuna, sum vit í dag kenna.