FELAGS FORELDRAFUNDUR OG RÁÐLEGGINGARDAGUR

30. sep 2021

Felags foreldrafundur verður týsdagin 2. novembur frá kl. 19.00 - 20.45. Skráin verður hendan:

  • 19.00 - 19.25: Foreldur møta á stovunum har barnið gongur. Starvsfólk á stovunum kunnað um virksemið og annars verður høvið at práta um leyst og fast.
  • 19.25 - 19.30: Stuttur steðgur og vit samlast øll í Sóljuni.
  • 19.30 - 19.50: Leiðarin greiðir frá ymiskum aktuellum.
  • 19.50 - 20.45: Maria frá námsfrøðiligu ráðgevingini heldur upplegg um Samstarv um barnið.
  • 20.45: Liðugt.

 

Eisini vilja vit minna tykkum á, at okkara næsti ráðleggingardagur í ár, verður hildin fríggjadagin 29. oktobur. Hendan dagin hava børnini frí.

Svanna Jákupsdóttir, sálarfrøðingur, kemur at halda dagin saman við okkum, har sosialur kapitalur á einum arbeiðsplássi verður tema fyri dagin. Tit eru vælkomin at spyrja leiðaran um hugtakið “sosialur kapitalur á einum arbeiðsplássi”.